Heiðursprógv Poul E. Petersen:

Birgit og Niels Jákup heiðrað 
Á fyrsta sinni eru heiðursprógv Poul E. Petersen latin. ÍSF-forsetin handaði Birgit Heystoy og Niels Jákup Jakobsen prógvini leygardagin 29. desember 2001. Prógvini vórðu latin sum viðurkenning fyri ósjálvsøkið, framtakssamt og virkið arbeiði til frama fyri føroyska ítrótt og føroyskt samfelagslív.

Poul E. Petersen varð borin í heim í Sørvági 29. august 1901.

Sum ungur fekk Poul tokka til ítrótt. Eftir lokið lærarskúlaprógv í 1923 varð hann settur sum lærari í Mykinesi og røkti hetta starv til 1941. Hesi árini sum lærari í Mykinesi nam hann sær dyggan lærdóm til ymsar tættir innan ítrótt – bæði á ársskeiðum á danska læraraháskúlanum og á ymsum ítróttaskeiðum uttanlanda.

Í 1938 varð Poul E. Petersen útnevndur ítróttaráðgevi, men røkti eisini lærarastarv fram til 1944, tá hann fór at virka sum ítróttaráðgevi burturav fram til 1954, tá starv hansara varð niðurlagt, av tí at skúlaumsjónin varð umskipað.

Poul E. Petersen varð sera virkin maður og árini hann starvaðist sum ítróttaráðgevi vakti hann ans fyri ítrótti yvirhøvur og eydnaðist honum eisini at fáa ítrótt inn um skúlagátt sum fasta lærugrein við flestu av landsins skúlum. Hann legði hesi ár eisini fleiri skrivlig rit um ítrótt úr hondum, eitt nú um svimjing, hond- og fótbólt og um fimleik og skúlaítrótt.

Árini hann var í Danmark fekk hann stóran ans fyri hvussu danska ítróttarørslan varð skipað og eitt tað fyrsta hann gjørdi, tá hann varð settur í starv sum ítróttaráðgevi, var at fáa í lag eina samskipan av føroyskum ítróttafeløgum, eitt ítróttasamband. Ítróttasamband Føroya varð sett á stovn 4. apríl 1939 og varð Poul E. Petersen kosin fyrsti formaður í ÍSF, og hetta starv røkti hann, til hann á aðalfundinum við árslok 1946 bar seg undan afturvali.

Poul Petersen var eisini blaðstjóri á Ítrótttatíðindum, blaðnum hjá ÍSF, frá 1. árgangi til nr. 7 í 7. árgangi 1947. Hann helt eisini skeið fyri lærarum, serliga í frælsari ítrótt og í svimjing. Hesi skeið vórðu hildin á sumri og vórðu nøkur teirra hildin í Mykinesi.

Tá ítróttaráðgevarastarvið varð niðurlagt í 1954 fór Poul E. Petersen í fyrsta umfari í starv sum læraravikar og ferðalærari, men frá 1. september 1956 fekk hann fast starv við Tórshavnar Kommunuskúla og røkti hetta starv til hann, eftir umsókn, fór frá við eftirløn í august 1971.

Tað var ikki bert innan ítrótt at Poul E. Petsren var virkin. Árini 1939-50 var hann næstformaður í Føroya Lærarafelag og varð hann í 1954 kosin til formann – eitt starv sum hann røkti til 1960. Umframt mong onnur álitisstørv var hann limur í Føroya Skúlastjórn 1968-75 og legði hann úr hondum fleiri bøkur, bæði uppruna lesibók og týðingar.

Poul E. Petersen andaðist 25. apríl 1977.

Poul E.Petersen hevði serligan tokka til svimjing og frælsa ítrótt, ið stóðu hjarta hansara næst. Men hann var altíð virkin fyri fjøldina og øllum ítróttagreinum og hevur hann havt ómetaliga stóran týdning fyri alla ta føroysku ítróttarørsluna.

Fyri at heiðra minni um ítróttaráðgevan Poul E. Petersen, ið legði lunnar undir Ítróttasambandið og fekk skipanina av ymsu ítróttagreinunum í rætt lag, hevur ÍSF gjørt av, at tað á hvørjum ári skulu handast tvey heiðursprógv, ið bera navnið hjá ítróttaráðgevanum – eitt til mann og eitt til kvinnu, sum hava gjørt vart við seg og tænt ítróttini á serstakan hátt.

Aftaná innstilling frá ymsu ítróttagreinunum avgjørdi stjórn ÍSF at heiðursprógvini fyri 2001 skuldu latast til Birgit Hestoy á Tvøroyri og Niels Jákup Jakobsen í Tórshavn.

Grundgevingarnar fyri at lata júst hesum báðum fyrstu heiðursprógv Poul E. Petersen vóru m.a. hesar:

 

 

Birgit Hestoy, Tvøroyri: 
Birgit verður av nøkrum nevnd “the grand old lady” innan svimjing. Hetta heiti er ikki heft á hana tí at hon nú er komin til árs, men er meira meint sum ein heiður, ið lýsur at Birgit hevur verið virkin innan svimjing í nærum ein mansaldur.

Birgit hevur sjálv svomið heila sítt lív. Tá hon byrjaði at svimjha var eingin svimjihylur á Tvøroyri so hon var ein teirra, ið svam á sjónum – og onkur man løtan eisini hava verið onkran góðveðursdag í Ósanum í Trongisvági.

Hóast Birgit alla tíðina hevur svomið tí at hetta er gott og sunt fyri likam og sál, so hevur hon heldur ongan tíð noktað fyri, at í allari ítrótt er eisini ein feril av kapping. Sjálv hevur hon svomið kapp á sjónum – líka frá tríatiárunum til hon seinastu ferð royndi seg á fjørðinum í 1969. Aftaná hetta var tað svimjihylurin, ið gjørdist staðið, ið Birgit royndi seg.

Birgit hevur alla sína tíð verið sera virkin innan svimjing. Hon hevur verið ein eldsál og ikki verið bangin fyri at gingið á odda tá brúk hevur verið fyri tí. Hon hevur verið virkin í Tvøroyrar Svimjifelag síðani byrjanina av seksti-árunum – bæði sum nevndarlimur og ikki minst sum venjari. Nógvar eru genturnar á Tvøroyri, ið hava notið gott av hennara arbeiði og eigur hon sín avgjørda lut í, at Tvøroyrar Svimjifelag í dag telist millum tey frægastu í landinum – serliga tá umræður gentur og yngri svimjarar.

Men tað er ikki bert innan svimjig at Birgit hevur gjørt vart við seg. Hon hevur á besta hátt prógvað at tað ber væl til at sameina ymsar tættir innan mentanarlívið. Hon er felagsmenniskja burtur av og í nógv ár var hon eisini aktiv innan bæði tónleik og sjónleik á Tvøroyri. Birgit hevur sett spor eftir seg. Styrkt og stuðla og við glaða lyndi sínum hjálpt øðrum tá bæði venjingar og kappingar hava kenst møtimiklar og tungar. Hon hevur verið allari svimjítróttini ein góð fyrimynd.

 

 

Niels Jákup Jakobsen, Tórshavn: 
Niels Jákup Jakobsen kann sigast at vera ein av undangongufólkunum innan frælsa ítrótt í Føroyum í nýggjari tíð. Longu tíðliga í 1980-unum gjørdist Niels Jákup virkin innan frælsa ítrótt. Sum aktivur hevur hann serliga gjørt seg galdandi innan renning á longu teinunum, har hann hevur verið við í fremstu røð.

Hann hevur eisini skipað fyri kappingum innan frælsa ítrótt kring alt landið bæði undan og eftir, at Deildarsambandið fyri Súkkling og Frælsa Ítrótt varð stovnað. Seinnu árini er luttøkan til tær stóru rennikappingarnar Flaggdagin og á Ólavsøku vaksin uppum 200 luttakarar. Hann hevur í nógv ár verið formaður í elsta felagnum fyri frælsari ítrótt í Føroyum, Bragdinum.

Niels Jákup hevur umboðað Føroyar á øllum Oyggjaleikum frá 1987 til 2001. Inntil 1997 var hann við sum luttakari, og megnaði hann at vinna bronsumerki í liðkappingini í hálvmarathon 1997. Eftir hetta hevur hann verið fyriskipari og liðleiðari hjá føroyska landsliðinum í frælsari ítrótt. Hann hevur eisini roynt seg sum venjara hjá rennarum, ið hava vunnið heiðursmerki á Oyggjaleikum.

Treysti og trúfesti hava merkt virksemið hjá Niels Jákupi. Við sínum fjølbroytta og áhaldandi virksemi hevur hann stuðlað breiddini og styrkt elituni innan føroyska frælsa ítrótt.