Fyrst í juni var barna-, ungdóms- og ítróttaráðstevna í Laugarvatni uttanfyri Reykjavík. Ráðstevnan var norðurlendsk, og nógv fólk luttóku. Luttakarabýtið var um 25 úr ávikavist Noreg, Svøríki, Finlandi, Danmark og Íslandi og 10 úr Álandi, 3 úr Grønlandi og 2 úr Føroyum. Luttakararnir úr Føroyum vóru Sølvi S. Ragnarsson fyri Frælsan Ítrótt Føroya og Annika H. Lindenskov, ítrótta- og ungdómsráðgevi hjá ÍSF. 

Yvirordnaða evnið á ráðstevnuni var: 
“Drop outs”. Hetta bæði í mun til børn og ung og í mun til venjarar. 

Ráðstevnan byrjaði við, at ítróttaforsetin í Íslandi, Ólafur Rafnsson, helt eina røðu og ynskti øllum hjartaliga vælkomnum. Síðan vístu tey fram íslendsku tjóðarítróttina Glima, eina stuttliga sjónvarpssending um ítrótt og kiks, og síðan bleiv sagt eitt sindur um søgur av mannamunni. 

Annan dagin hevði Jari Lamså (Fi) ein fyrilestur um “Ung, sum gevast við at venja”. Eftir fyrilesturin vóru 3 ymisk sløg av workshops at velja seg inn á. 
Evnini vóru:
1. “Drop outs” í donskum fótbólti, við Steen Gleie, DFF
2. “Football4Fun” eitt projekt í Valby Fodboldklub, við Lars Kruse, DIF
3. Hugsanir um at varðveita ungar svimjarar og fyribyrgja “drop outs” við Lena Bjørk, Svenska Svimjisambandið. 

Eftir hetta fóru allar ítróttagreinirnar hvør til sítt og kjakaðust um ymsar felagsnevnarar. Høvuðsyvirskriftin var “Drop Outs”, men eisini bleiv tosað um ymsar felags trupulleikar, góðar og ringar royndir, nýggjar reglur, hvørji projektir eru i gongd osfr. 

Dagurin endaði við einum fyrilestri við Hafthor B. Gudmundsson frá Icelandic University of Education. Fyrilesturin var um venjaraútbúgvingar á internetinum. Programmið er ikki liðugt enn, men hevur íblástur frá einum líknandi programmið, sum verður nýtt innan svimjing í Edinburgh. 

Triðja dagin hevði Karin Redelius (SE) ein fyrilestur um, hvussu vit halda fast í verandi venjarum, og hvussu vit fáa nýggj fólk at vera venjarar í ungdómsítrótti. Eftir fyrilesturin vóru 5 ymisk workshops at velja ímillum: 
Evnini vóru:
1. “Ungur judo íblástur” við Rasmus Tornberg, Svenska Judosambandið
2. Barna- og ungdómsprogrammið í Mariehamn við Tommy Lundeberg, Áland
3. Handling fyri eina betri framtíð, við Daniel Bergen og Johanna Axelsson, Svenska Ateletik Sambandið
4. “Hvat við respektini” við Jens-Halvor Jessen, DIF
5. Venjaraskrá hjá ungum venjarum, við Britt Wormdal og Anja Veum, Norska Ítróttasambandið. 

Eftir hetta fóru aftur allar ítróttagreinirnar hvør til sítt at tosa um varðveitan av ungum venjarum og ymiskt annað. 

Hetta má sigast at vera ein ráðstevna, sum gevur nógvan íblástur. Nógvir ungir venjarar luttóku og høvdu stóra gleði av hvørjum øðrum. Stuttligt var eisini at síggja, hvussu hini norðanlondini uppfostra ungar venjarar. Tað er nógv brúkt, at tann ungi venjarin hevur ein sparringspartnara, ella eisini kallað mentor, at stuðla seg til. Barna-, ungdóms- og ítróttaráðstevnan verður aftur um trý ár í N