Heiðursskjal ÍSF

Á samkomu í ÍSF-húsinum mikukvøldið handaði Heðin Mortensen, forseti ÍSF, Børge Barclay Hansen Heiðursskjal ÍSF fyri trúfast nevndararbeiði í 25 ár.

Børge Hansen hevur sitið 25 ár í nevnd innan fótbólt, fyrst innan ÍSF, og síðani FSF varð stovnað, í nevndini har. Hetta hevur Ítróttasambandið mett verða so stórt avrik, at hetta mátti heiðrast.

Hesi mongu árini hevur Børge verið virkin partur av tí stóru menningini, ið er farin fram innan føroyskan fótbólt, frá stovningini av FSF í 1979, við komuni av fyrstu graslíkisvøllunum í 1980-unum, limaskapinum í FIFA 1988, sigrinum á Eysturríki í Landskrona 1990, og til tað hækkaða støðið og betraðu umstøðurnar, ið føroyskur fótbóltur virkar undir í dag.

Børge B. Hansen er næstformaður í FSF, og hevur eisini í nógv ár verið formaður í kappingarnevndini, sum er ein tann mest týðandi nevndin hjá Fótbóltssambandinum.

Við Ítróttarkvøðu

ÍSF