Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, hevur vegna Føroya Landsstýri skrivað undir samstarvsavtalu við Lokale- og Anlægsfonden, LOA-grunnin, soleiðis at føroyingar í ár kunnu søkja um stuðul til íløgur innan ítrótt og mentan.

Mentamálaráðið og ÍSF fara í næstum, saman við umboðum fyri LOA-grunnin, at skipa fyri einum kunnandi fundi, har høvi verður at seta fram spurningar og samskifta um ávísar ítøkiligar verkætlanir.

Við avtaluni við LOA fer at bera til at søkja um stuðul ella lán til størri íløgur í ítróttaverkløg, mentanarhús, sjónleikarhús, konserthús, verkløg til skótar, biografar, tónleika- og dansiverkløg o.t. at nýta til almannagagnlig endamál. Tey, sum kunnu søkja, eru feløg, stovnar, grunnar og kommunur, sum ynskja at byggja og reka verkløg uttan fíggjarlig egináhugamál.

LOA-grunnurin er danskur grunnur, ið verður fíggjaður við 8% av donsku veddingarpengunum, harumframt hevur grunnurin eitt stovnsfæ, sum donsk ítróttarfeløg settu í grunnin, tá ið hann varð stovnaður í 1993.

Árliga gjaldið til LOA-grunnin er uml. 540.000,- kr. Stjórnin í Ítróttarsambandi Føroya hevur játtað at rinda kr. 200.000,- hetta fyrsta árið, fyri at hjálpa til við at fáa gongd á málið, og restina fíggjar Mentamálaráðið.

Landsstýriskvinnan fegnast um, at Ítróttarsamband Føroya hevur stuðlað og tikið so væl undir við at fáa avtaluna við LOA-grunnin í lag. Forsetin í Ítróttarsambandi Føroya, Petur Elias Petersen, fegnast eisini um avtaluna, sum hann heldur er ein góður møguleiki at fáa eksternan stuðul til áhugaverdar byggiverkætlanir innan ítrótt og mentan.

Í løtuni verður eitt lógaruppskot viðgjørt í tinginum, har skotið verður upp at endurrinda mvg av byggiútreiðslum til ítróttar- og mentanarverkløg. Hetta fer eisini at bøta munandi um stuðulsmøguleikarnar, og fer at stuðla uppundir og menna bygging innan mentanar-, ítróttar- og frítíðarvirksemi. Á henda hátt verður slóðað fyri bæði trivnaði og nýggjum virksemi.

les meira á : www.loa-fonden.dk