+298 312606 - isf@isf.fo

Ársins ítróttarnavn – viðmerkingar

livar
Í sambandi við kjakið, sum hevur stungið seg upp í sambandi við útnevningina av ársins ítróttanavni, hava Ítróttasamband Føroya og Róðrarsamband Føroya hesar viðmerkingar.

Dómsnevndin, sum útnevndi tey fimm ítróttafólkini, varð ikki sett av ÍSF, men av teimum, ið fyriskipaðu nýggjarssendingini. Fyriskipararnir løgdu eisini upp til, hvussu mannagongdin skuldi vera. Tí hevur útnevningin av teimum fimm als einki við Ítróttasamband Føroya at gera.

Tað finst ongin eintýðug allýsing av ítróttarhugtakinum, sum er alment góðkend kring allan heim. Ymisku felagsskapirnir hava hvør sína fatan, og kunnu vit hvør í sínum lagi eisini hava okkara fatan av hesum. Sambært §§ 18 og 19 í Evstulóg ÍSF’s er tað stjórnin, sum ger av, hvørt eitt felag kann gerast limur í ÍSF ella ikki. Tað er ikki fyrr enn ein umsókn er latin inn frá einum nýggjum felagi, at stjórnin fer at viðgera, hvørt felagið skal takast upp. Undir viðgerðini verður vanliga kjakast um mong ymisk viðurskifti í samband við nýggju ítróttagreinina.

Tað eru púra greiðar mannagongdir fyri, hvussu ítróttarfeløg og møguligar nýggjar ítróttagreinir gerast partur av virkseminum, sum er savnað undir ÍSF.

Um onkur íðkar eina ítróttagrein, sum tey ikki meta hóskar undir eitt av verandi feløgunum og sersambondunum undir ÍSF, má viðkomandi taka stig til at stovna eitt felag fyri hesa ítróttagreinina. Kallað verður inn til stovnandi fund, ið samtykkir eina reglugerð fyri felagið – ÍSF hevur á heimasíðu síni sonevndar “Standardlógir fyri nýggj ítróttarfeløg”, sum nýggj feløg kunnu nýta. Reglugerðin ásetir m.a. navn, ítróttagrein, heimstað, tal av nevndarlimum og nær ársaðalfundurin skal vera. Síðani velur nýggja felagið eina nevnd og sendir uppskotið til reglugerð saman við nøvnunum á nevndarlimunum til ÍSF við umsókn um upptøku sum limafelag í ÍSF. Umsóknin verður viðgjørd av stjórn ÍSF, og síðani verður eitt sersamband funnið til felagið. Um tað ikki hóskar inn í nakað av verandi sersambondum, finst eitt samband fyri nýggjar ítróttagreinir. Í einstøkum førum eru feløg eisini í fyrstu atløgu upptikin beinleiðis sum limir av ÍSF.

ÍSF er ein limafelagsskapur, har limirnir eru ítróttarfeløg. Tey um 15.000 virknu ítróttafólkini kring landið eru limir í teimum 115 ítróttafeløgunum og ikki beinleiðis í ÍSF.

Einki felag fyri havróður hevur søkt um limaskap í ÍSF. Tí hevur stjórnin hjá ÍSF ongantíð viðgjørt ella tikið støðu til, um eitt slíkt felag skal upptakast sum limur. Einstøk róðrarfeløg eiga tó bátar, ið ikki vanliga verða nýttir til kappingar í Føroyum.

Allir føroyingar eru ernir av brøgdunum hjá Livari. Soleiðis valdi Róðrarsamband Føroya í november 2013 av heiðra Livari við at uppkalla “Coastal Rowing” bátin hjá sær “Livar”. Meiri kann lesast um hetta her http://rsf.fo/tidindi.php?page=28. RSF hevur fyrr minst serlig brøgd á sjónum, tá báturin, sum varð nýttur til venjingar til serligu kappingarnar á Scillyoyggjunum, varð nevndur “Brendan”.

Ítróttasamband Føroya hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið.

ÍSF-húsið, á trettandu 2014

Jan Hermann Hansen, formaður í Róðrarsambandi Føroya

Petur Elias Petersen, forseti Ítróttasamband Føroya

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.