+298 312606 - isf@isf.fo

Aftur eitt áhugavert venjaraskeið

 

 

Sera áhugavert skeið fyri venjarar og leiðarar at børnum og ungum var í vikuskiftinum hildið  í ÍSF húsinum.

Skeiðleiðarin Ulrik við síni vitan og royndum dugdi sera væl at leggja tilrættis, viagra order soleiðis at vit øll, store hóast bakrund og aldur, vóru rivin við á ferðini, tá umræður hvat ein góður venjari eigur at verða greiður yvir.

Skeiðið skiftið væl ímillum bólkaarbeiði og upplegg, umframt at vit eisini fingu pulsin upp við sjálvi at verða aktiv í batmintonhøllimi í 2 tímar og har royna ymiskar venjingarhættir ið menna koordinering, skjótleika, smidigheit, samanspæl o.a.

Mín greiða fatan er, at vit øll, hvør á sín hátt fingu við okkum gullkorn, ið eru við til at menna okkum í okkara dagliga arbeiði við børnum og ungum.

Takk fyri tit øll sum vóru við á skeiðnum, fyri akkurát tykkara leiklut og sjónarmið, sum vóru við til at gera innihaldi meiri litríkt.

Og eisini takk fyri góðar karmar og mat.

Vinarliga Katrin

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.