+298 312606 - isf@isf.fo

Aðalskrivari í Ítróttasambandi Føroya

Starvsnevndin í Ítróttasambandi Føroya hevur sett Petur Mittún sum aðalskrivara í ÍSF. Petur tekur við starvinum 1. mars 2017.

Petur Mittún er 44 ára gamal og føddur og uppvaksin í Havn.
Hann hevur íðka ítrótt á høgum støði, eins og hann hevur virkað sum venjari.
Petur hevur starvast sum leiðari bæði innan tað privata og tað almenna, eins og hann hevur verið leiðari innan ítrótt.

Starvið sum aðalskrivari í Ítróttasambandi Føroya er nýtt og er týðandi partur av ætlanini um at umskipa og menna leiðslubygnaðin í ÍSF.

Aðalskrivarin fer at hava dagligu leiðsluna av ÍSF og standa á odda fyri dagligu umsitingini.

Í sambandi við starvssetanina verður móttøka í ÍSF-húsinum mikudagin 1. mars kl. 15:00.

Vegna Ítróttasamband Føroya
Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.