+298 312606 - isf@isf.fo

Aðalfundur 2012

Til ítróttafeløg sersambond og stjórnarlimir

01. mai 2012

Vísandi til Stjórnarskipan Ítróttasambands Føroya verður við hesum
boðað til ársaðalfundar á Hotel Føroyum fríggjakvøldið 11 mai 2012 kl. 19.00. Okkurt til matna verður at fáa eftir fundin.

Fundarskrá:
a. Forseti ÍSF setur fundin og skipar fyri at velja fundarstjóra.
b. Forsetin greiður frá virksemi ÍSF í farna árinum.
c. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap fyri ÍSF fyri farna árið.
d. Umrøða og fyrispurningar um virksemið hjá stjórn og starvsnevnd ÍSF.
e. Viðgerð av uppskotum og málum, order sum eru løgd fyri aðalfundin eftir mannagongdini í grein 8.
f. Viðgerð av møguligum uppskoti frá stjórnini um ásetan av ársgjaldi.
g. Val av starvsnevnd og møguligum øðrum størvum ella umboðum.
h. Val av grannskoðara, ið skal vera ríkisviðurkendur.
i. Ymiskt

Viðv. pkt. e
Møguliga kemur uppskot um lógarbroytingar fyri Ítróttadómstólin

Viðv. pkt. g
Sambært grein 13 í lóg fyri Ítróttasamband Føroya standa hesaferð fyri vali til starvsnevndina, fyri eitt tvey ára skeið, forsetin og fyri eitt ára skeið, eykalimurin.

Vísandi til grein 8 í lóg ÍSF skal verða sagt frá, sitandi forseti Petur Elias Petersen, tekur við afturvali og at einki annað uppskot er komið inn. Tóra Hansen er skotin upp sum eykalimur í starvsnevndini.

Av tí at Katrin Joensen, sum er vald sum skrivari, hevur tikið seg úr nevndini, er uppskot er komið inn, at Anna Rein, sum var varalimur og nú situr ístarvsnevndini, formliga tekur sæti í nevndini fyri Katrin Joensen í eitt ár, til posturin hjá Katrin, stendur fyri vali

Hjálagt er fultrúaváttan sum formaðurin verður biðin um, at undirskriva um so er, at formaðurin ikki kemur til aðalfundin.

Við ítróttakvøðu

Ítróttasamband Føroya
Starvsnevndin

Petur Elias Petersen, forseti

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.