+298 312606 - isf@isf.fo

Aðalfundarfrágreiðing 2002

Aðalfundur 31. mei 2002.Fundarfrágreiðing
Staður: Hotel Føroyar
Dagur: 31.05.2002
Tíð: Kl. 19:00

Skrá:
a. 
Formaður ÍSF setur fundin og skipar fyri val av fundarstjóra
b. 
Formaður ÍSF greiðir frá starvinum í farna árinum
c. 
Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap fyri ÍSF fyri farna árið. 
Saman við roknskapinum skal liggja grannskoðaði roknskapurin hjá øllum sersambondum/deildarsambondum fyri seinast lidna starvsár teirra sbr. 8. grein, viagra og yvirlit yvir útbýttan fíggjarstyrk til tey ymisku sersambondini/deildarsambondini seinasta roknskaparár
d. 
Umrøða og fyrispurningar um virksemi hjá stjórn og starvsnevnd ÍSF
e. 
Viðgerð av uppskotum og málum, view sum hava verið løgd fyri aðalfundin og øðrum málum, erectile um 2/3 av umboðsmonnunum játta
f. 
Viðgerð av møguligum uppskoti frá stjórnini um ásetan av ársgjaldi
g. 
Val av starvnevnd og varalimum smb. 21. grein
h. 
Val av grannskoðara, ið skal vera ríkisviðurkendur
i. 
Ymiskt: – Óli Holm landstýrismaður verður gestarøðari
– Kunning um doping og dopingroyndir
– Kunning um skipanina við ítróttaferðum við Strandfaraskipum Landsins

Sambært skráseting av fulltrúaváttanum vóru hesi umboðaði á fundinum:

Argja Bóltfelag
Bogaskjótifelagið Ørvur
Bóltfelagið B36
Borðtennisfelagið Tór
Fimleikafelagið Ljósið
Fimleikafelagið Støkk
Flogbóltsfelagið Fleyr
Føroya Triathlon Felag
Føroyskt Íslandsrossafelag
Fuglafjarðar Svimjifelag
Gøtu Ítróttafelag
Havnar Badmintonfelag
Havnar Bóltfelag
Havnar Fimleikafelag
Havnar Svimjifelag
Hondbóltsfelagið Neistin
Ítróttafelagið Roysnið
Ítróttafelag Fuglafjarðar
Ítróttafelagið Bragdið
Kollafarðar Ítróttafelag
Miðvágs Bóltfelag
Miðvágs Róðrarfelag
Nes Sóknar Ítróttafelag
Nólsoyar Ítrróttafelag
Róðrarfelagið Knørrur
Sandavágs Ítróttafelag
Svimjifelagið Flot
Skeggjar
Tofta Ítróttafelag
Tórshavnar Froskmannafelag
Tórshavnar Golfklubbi
Tórshavnar Súkklufelag
Tvøroyrar Bóltfelag
Ungmannafelagið Strálan
Vágs Billiardfelag
Veiðufelagið Byrsumúli
_____

Heðin Mortensen ÍSF
Petur Elias Petersen ÍSF
John Kjær ÍSF
Heðin Joensen BSF
Leo Poulsen BTSF
Sølvi R. Hansen DSF
Magnus Tausen FBF
Elin H. Joensen FFS
Børge B. Hansen FSF
Petur Ove Petersen HSF
Jógvan Jensen ÍSB
Sofus D. Johannesen JSF 
Hjalmar H. Petersen RF
Johannes Joensen RSF
Shandorff Vang SKF
Katrin Joensen SSF
Afturat hesum vóru eisini við á fundinum starvsfólkini Poul Øregaard og Sigrid Dam.

ad. a)
Heðin beyð vælkomin og skeyt upp at velja John Kjær til fundarstjóra, og varð hann einmælt valdur.
John takkaði fyri álitið. Hann staðfesti, at fundurin var lógliga lýstur. Spurdi hvørji feløg og umboð vóru møtt, og las síðan skránna. Gav síðan orðið til Heðin Mortensen til formansfrágreiðingina.

ad. b)
Heðin greiddi frá virkseminum hjá ÍSF í farna árinum.

ad. c)
Petur Elias Petersen legði roknskapin fyri ÍSF fyri 2001 fram.
Roknskapurin einmælt samtyktur.

ad. d)
Formansfrágreiðingin einmælt tikin til eftirtektar.

ad. e)
Nýggj evstalóg: Kári á Rógvi greiddi frá, at tað var vegna arbeiðið í samband við at fáa ÍSF olympiska viðurkenning, at arbeiðið við broytingum í lógini fór í gongd. Sjálvt orðið evstalóg er brúkt fyri at leggja dent á, at henda reglugerð er omanfyri allar higartil gjørdar reglugerðir fyri ÍSF.
Evstalóg hjá Ítróttasambandi Føroya samtykt (við 51 atvkøðum)

Deildarsambandi fyri Frælsan ítrótt og Súkkling hevur sent inn umsókn um at seta á stovn egið sersamband fyri frælsa ítrótt.
Fyri at leggja hetta uppskot fram, varð neyðugt at fundurin góðtók heta og atkvøtt varð at taka hetta mál upp á fundinum. 50 atkvøður vóru fyri og 1 ímóti, sostatt kundi hetta mál viðgerðast á aðalfundinum.
Fundurin samtykti at Frælsur ítróttur fær egið sersamband, sum fær navnið Frælsur ítróttur Føroya, stytt FÍF og at í DSF verður bert súkling eftir. Hetta skal tó endaliga staðfestast á komandi aðalfundi.

ad. f)
Onki uppskot.

ad. g)
Formaðurin stóð fyri vali og hevði starvsnevnd ÍSF´s skotið Heðin Mortensen upp til formann komandi 2 árini og varð hann valdur fyri eitt 2-ára skeið.
Eitt uppskot var komið inn um val av varalimi. John Kjær valdur fyri eitt 1-ára skeið.

ad. h)
Einmælt samtykt at velja Grannskoðaravirkið Inpact sum grannskoðara.

ad. i)
Gestarøðari á aðalfundinum var Óli Holm, landstýrismaður í Mentamálum.

Heðin Mortensen takkaði Óla Holm fyri ein góða og viðkomandi røðu.

Doping: Sofus Johannesen form. í Dopingeftirlitsnevndini kunnaði um doping og dopingeftirlit.

Ítróttaferðir við Strandfaraskipum Landsins: Poul Jákup Thomsen kunnði um støðuna viðvíkjandi ítróttaferðum við Strandferðsluni. 
Av tí at játtanin til ítróttaferðir heldur ikki er nøktandi í ár, varð ein fundarsamtykt gjørd, sum er soljóðandi:

FUNDARSAMTYKT
Aðalfundur Ítróttasambands Føroya heitir á Føroya Løgting um at játta Strandfaraskipum Landsins peningin, ið er neyðugur fyri at innanoyggja ítróttaferðir kunnu halda fram alt árið og samstundis nøkta veruliga tørvin.

Um hetta ikki verður gjørt, er vandi fyri at stórur partur av ítróttatiltøkunum, ið ætlaði eru, verða meint rakt og í síðstu atløgu detta niður fyri og vil hetta í serligan mun raka feløg og einstaklingar í útjaðaranum.

Føroyar í rørslu: Havandi tað sum verður nevnt í formansfrágreiðingini um fólkaheilsu í huga, varð einmælt samtykt at senda soljóðandi áheitan til Føroya Løgting:

FUNDARSAMTYKT
Ásannandi at likamsrørsla hevur stóra ávirkan á og stóran týdning fyri fólkaheilsuna heitir aðalfundur Ítróttasamband Føroya á Føroya Løgting at útnevna ár 2004 til ár, ið er ognað rørslu og heilsu undir heitinum “Føroyar í rørslu”.

Ljós skal varpast á týdningin av rørslu í gerandisdegnum og tiltøk setast í verk, ið eggja fólki at taka lut í ymsum motiónstilboðum. Ásannandi at tað er í barna- og ungdómsárum at grundarlagið fyri góðari likams- og heilsurøkt verður lagt, skal m.a. arbeiðast fyri at talið av ítróttatímum í fólkaskúlanum verður økt og at borið verður so í bandi, at øll fólk í Føroyum – hvar tey so enn búleikast – fáa tilboð um at taka lut í rørslu- og ítróttatiltøkum.

Skipast skal fyri kunningartiltøkum og ráðstevnum umframt øðrum, ið kann geva upplýsing og vitan um ávirkan og nyttu av rørslu í gerandisdegnum.

Síðan takkaði John Kjær fyri góðan fundarsið og gav orðið til Heðin Mortensen.

Heðin takkaði John Kjær fyri góða fundarleiðslu. 
Frøddist um at so nógv fólk var møtt upp, hóast fundurin hesaferð varð hildin fríggjakvøld.
Heðin takkaði fyri álit honum var víst við at verða valdur aftur sum formaður eitt tvey ára skeið, og ynskti John Kjær tillukku við afturvalinum sum varamaður.

At endað varð tjóðsangurin sungin.

Fundur lokin kl. 21.30.

Aftaná fundin beyð ÍSF øllum luttakarunum til ábit.

Petur Elias Petersen, fundarskrivari 
John Kjær, fundarstjóri

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.