1745 dage ago
Felags vanlukkutryggingin
Tak niður:
- Fráboðan um vanlukkutilburð
- Tryggingartreytirnar (532 kb pdf)
- Tryggingarmøguleikar fyri ítróttafeløg
Kollektiv Ítróttarvanlukkutrygging
Tryggingin fevnir um allar aktivar limir hjá tryggingartakaranum – ÍSF - t.e. aktivir limir í ítróttarfeløgum undir Ítróttarsambandinum Føroyar.
Endurgjald verður veitt vísandi til tryggingartreytirnar.
Tryggingarhædd fyri hvønn einstakan lim:
-250.000 kr við deyð
-500.000 kr við avlamni
Henda tryggingaravtalan umfatar ikki dagpening fyri mista arbeiðsinntøku.
Útgjald við deyða:
Omanfyrinevnda útgjald við deyða er galdandi fyri persónar, ið eru 18 ár og eldri. Fyri børn undir 18 ár er endurgjaldið við deyð avmarkað til kr. 17.000,00.
Hvør er tryggjaður:
Tryggingin fevnir um allaraktivar limir innan Ítróttasamband Føroya, t.e. limir í ítróttafeløgum undir Ítróttasamband Føroya, sum hava limagjaldsviðurskifti síni í lagi. Undantiknir eru teir spælarar, ið eru sáttmálsettir.
Hvar tekur tryggingin við:
Tryggingin tekur við undir ítróttakapping ella venjing, sum er fyriskipað av tryggingartakaranum. Somuleiðis tekur tryggingin við undir vanligari ferðing ella flutningi beinleiðis til og frá heimstaðnum hjá ítróttafelagnum í samband við kapping ela venjing, sum fer fram uttan fyri kommunmark.
Tað áliggur tryggingartakaranum at fyriskipa trygdarreglum í samband við hvørja einstaka ítróttargrein.
Ítróttarfeløgini bera ábyrgdina av, at hesar verða fylgdar.
Tryggingarfelagið Føroyar
Sekstanáragomul í Føroyum: Hvussu er heilsustøðan?
-Firouz Gaini hugleiðir um ítrótt Sambært kanningini ‘Ungfólk 2012’,...
IIGA stavsnevndin hevði fund í Føroyum
Tíðindaskriv frá Altjóða Oyggjaleikanevndini Starvsnevndin hjá Altjóða Oyggjaleikafelagsskapinum –...
Sverre Midjord 80 ár
Heilsan frá fyrrverandi ÍSF-forsetanum Heðini Mortensen Eldhugaður undangongumaður í...





