1750 dage ago
Reglur fyri Føroya Ítróttasavn
FØROYA ÍTRÓTTARSAVN
REGLUR FYRI “FØROYA ÍTRÓTTASAVN”
Grein 1. Navn og heimstaður
Fryireikingarnevndin fyri Oyggjaleikir í Føroyum 1989 og Ítróttasamband Føroya hava avgjørt at seta á stovn grunn við navninum “Ítróttasamband Føroya”. Heimstaður grunnisins er Tórshavn.
Grein 2. Endamál
Endamál við hesum grunni er at stovna eitt føroysskt ítróttasavn.
Grein 3. Stovnsfæ, inntøkur og nýtsla
Ogn grunnsins er við stovnanina eitt kontant innskot, sum sett verður á bók í peningastoni ella líka trygg virðisbrøv.
Innskotið er 1/3 av avlopinum i samband við Oyggjaleikirnar 1989.
Grein 4.
Árliga avlopið hjá grunninum verður, tá nevndin metir hetta rímiligt, at nýta sambætr ásetingum í grein 2.
Hesin stuðul skal tó ongantíð verða størri enn 90% av árliga nettoavlopinum.
Nettoavkastið er avmarkað til árligu rentutilskriving – fíggjarognaravgjaldið og rentuskatt.
Fær grunnurin innskot frá triðjamanni, verður hetta at leggja afturat stovnsfænum.
Grein 5.
Ogn grunnsins skal altið varðveitast og má ikki verða nýtt øðrvísi enn sambært endamáli grunnsins og sambært grein 4. Tann parturin av avlopinum, sum ikki verður nýttur sambært frammanfyri standandi reglum, skal leggjast aftur at grunningum.
Grein 6. Fráboðan
Eftir nevndarinnar avgerð kann verða kunngjørt i almennum føroyskum bløðum um og nær stuðul verður veittur.
Grein 7. Nevnd
Grunnurin hevur eina nevnd við fimm limum Hesir verða valdir á aðalfundi Ítróttasambands Føroya. Tríggir verða valdir eftir tilmæli frá stjórn ÍSF og tveir beinleiðis av aðalfundinum. Teir vera valdir at sita fýra ár, tveir fjórðahvørt ár og tríggir fjórðahvørt ár.
Valdir verða eykalimir fyri hvønn nevndarlim at sita sama tíðarskeið sum hesin.
Í fyrstu nevnd grunnsins verða valdir tveir limir og tveir eykalimir eftir tilmæli frá fyrireikingarnevndini av Oyggjaleikum í Føroyum 1989 og triggjir limir og tríggir eykalimir eftir tilmæli frá stjórn ÍSF. Nevndarlimirnir avgera við lutakast hvør teirra stendur fyri vali.
Fyrst valda nevnin verður sitandi til aðalfund ÍSF 1995.
Grein 8.
Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni/skrivara og kassameistara.
Tá atkvøtt verður, er vanligur meirluti galdnadi. Stendur á jøvnum í atkvøðugreiðslu er atkvøða formannsins avgeradi.
Nevndin hevur fund so ofta ein nevndarlimur ynskir hetta og minsta lagi ein ferð um árið.
Grein 9. Umsiting
Nevndin umsitur grunnin í felag. Nevndarlimir fáa onga løn fyri størv síni.
Grein 10. Rokniskapur, grannskoðan og ársfrágreiðng
Nevndin førir gerðabók yvir allar fundir og tann árliga rokniskapin. Rokniskapirnir verða grannskoðaðir av einum av ÍSF-aðalfundinum valdum uttanveltaðum grannskiðara.
Roknskaparárið er álmanakkaárið.
Rokniskapir og frágreiðing um virki grunnsins verða á hvørjum ári løgd fyri aðalfund ÍSF, og verður grannskoðaður roknskapur og frágreiðing um virki grunsins send landsstyrinum.
Grein 11. Tekningarreglur
Grunnurin verður mótvegis triðjamanni bundin av tveimum nevndarlimum í felag.
Grein 12. Broyting
Broytingar í reglunum fyri grunnin kunu bert gerast tá nevndin er samd og við góðkenning frá stjórn ÍSF og landsstýrinum.
Grein 13. Avtøka
Er nevndin samd um at avtaka grunnin, og hetta uppskot verður góðkent av aðalfundi ÍSF, so kann slík avgerð bert setast i verk við samtykt frá landsstýrinum.
Verður grunnuin avtikin, avger landsstýrið, hvat fæið skal býtast til.
Grein 14.
Tað ber til at víkja frá viðtøkum gunnsins við samtykt frá landsstýrinum.
Góðkent av landsstýrinum 4. oktober 1995.
Sekstanáragomul í Føroyum: Hvussu er heilsustøðan?
-Firouz Gaini hugleiðir um ítrótt Sambært kanningini ‘Ungfólk 2012’,...
IIGA stavsnevndin hevði fund í Føroyum
Tíðindaskriv frá Altjóða Oyggjaleikanevndini Starvsnevndin hjá Altjóða Oyggjaleikafelagsskapinum –...
Sverre Midjord 80 ár
Heilsan frá fyrrverandi ÍSF-forsetanum Heðini Mortensen Eldhugaður undangongumaður í...





