ÍTRÓTTAGRUNUR FØROYA
REGLUR FYRI “ÍTRÓTTAGRUNN FØROYA”
Grein 1. Navn og heimstaður.
Fyrireikingarnevndin fyri Oyggjaleikir í Føroyum 1989 og Ítróttasamband Føroya hava avgjørt at seta á stovn grunn við navninum “Ítróttagrunnur Føroya”. Heimstaður grunnsins er Tórshavn.
Grein 2. Endamál.
Endamálið við hesum grunni er at stuðla føroyska ítróttafólkinum í samband við Oyggjaleikir, olympiskar leikir ella líknandi kappingar har føroyskir luttakarar eru við í fleiri ítróttagreinum. Stuðulin verður at nýta til útreiðslur til ferðing, uppihald, venjarahjálp og aðrar, eftir nevndarinnar meti, neyðugar útreiðslur í samband við luttøku..
Grein 3. Stovnsfæ, inntøkur og nýtsla.
Ogn grunnsins er við stovnanina eitt kontant innskot, sum sett verður á bók í peningastovni ella líka trygg virðisbrøv.
Innskotið er 2/3 av avlopinum í samband við Oyggjaleikirnar 1989.
Grein 4.
Árliga avlopið hjá grunninum verður, tá nevndin metir hetta rímiligt, at nýta sambært ásetingunum í grein 2.
Heisn stuðul skal tó ongantíð verða størri enn 90 % av árliga nettoavlopinum.
Nettoavkastið er avmarkað til árligu rentutilskriving fíggjarognaravgjaldið og rentuskatt.
Fær grunnurin innskot frá triðjamanni, verður hetta at leggja afturat stovnsfænum.
Grein 5.
Ogn grunnsins skal altíð varðveitast og má ikki verða nýtt øðrvísi enn sambært endamáli grunnsins og sambært grein 4. Tann parturin av avlopinum, sum ikki verður nýttur sambært frammanfyri standandi reglum, skal leggjast aftur at grunninum.
Grein 6. Fráboðan.
Eftir nevndarinnar avgerð kann verða kunngjørt í almennum føroyskum bløðum um og nær stuðul verður veittur.
Grein 7. Nevnd.
Grunnurin hevur eina nevnd við fimm limum. Hesir verða valdir á aðalfundi Ítróttasambands Føroya. Tríggjir verða valdir eftir tilmæli frá stjórn ÍSF og tveir beinleiðis av aðalfundinum. Teir verða valdir at sita fýra ár, tveir fjórðahvørt ár og tríggjir fjórðahvørt ár.
Valdir verða eykalimir fyri hvønn nevndarlim at sita sama tíðarskeið sum hesin.
Í fyrstu nevnd grunnsins verða valdir tveir limir og tveir eykalimir eftir tilmæli frá fyrireikingarnevndini av Oyggjaleikunum í Føroyum 1989 og tríggir limir og tríggjir eykalimir eftir stjórn ÍSF. Nevndalimirnir avgera við lutakast hvør teirra stendur fyri vali.
Fyrst valda nevndin verður sitandi til aðalfund ÍSF 1995.
Grein 8.
Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni/skrivara og kassameistara.
Tá atkvøtt verður, er vanligur meirluti galdandi. Stendur á jøvnum í atkvøðugreiðslu er atkvøða formannsins avgerðandi.
Nevndin hevur fund so ofta ein nevndalimur ynskir hetta og í minsta lagi eina ferð um árið.
Grein 9. Umsiting.
Nevndin umsitur grunnin í felag. Nevndalimir fáa onga løn fyri størv síni.
Grein 10. Roknskapur, grannskoðan og ársfrágreiðing.
Nevndin førir gerðabók yvir allar fundir og tann árliga roknskapin. Roknskapirnir verða grannskoðaðir av einum av ÍSF-aðalfundinum valdum uttanveltaðum grannskoðara.
Roknskaparárið er álmanakkaárið.
Roknskapir og frágreiðing um virki grunnsins verða á hvørjum ári løgd fyri aðalfund ÍSF, og verður grannskoðaður roknskapur og frágreiðing um virki grunsins send landsstýrinum.
Grein 11. Tekningarreglur.
Grunnurin verður mótvegis triðjamanni bundin av tveimum nevndarlimum í felag.
Grein 12. Broyting.
Broytingar í reglunum fyri grunnin kunnu bert gerast tá nevndin er samd og við góðkenning frá stjórn ÍSF og landsstýrinum.
Grein 13. Avtøka
Er nevndin samd um at avtaka grunnin, og hetta uppskot verður góðkent av aðalfundi ÍSF, so kann slík avgerð bert setast í verk við samtykt frá landsstýrinum.
Verður grunnurin avtikin, avger landsstýrið, hvat fæið skal nýtast til.
Grein 14.
Tað ber til at víkja frá viðtøkum grunnsins við samtykt frá landsstýrinum.
Góðkent av landsstýrinum 4. oktober 1995.

