Stevnumið um rúsdrekka og ítrótt
1. Ítróttasamband Føroya, ÍSF, arbeiðir ímóti rúsevnanýtlsu í sambandi við ítrótt.
2. Børn og ung, sum íðka ítrótt, skulu trygt kunna koma til venjingar og kappingar í einum rúsfríum umhvørvi. Venjarar, leiðarar og ítróttafólk skulu vera ein góð fyrimynd fyri onnur børn og ung og eiga ikki at brúka rúsdrekka í hesum samstarvi.
3. Allir limir felagsins skulu kunnast um tey skaðaárin, sum rúsdrekka og onnur rúsevni hava á ítróttaavrikini, trygdina og felagsandan innan ítróttina.
4. Í størsta mun skal áskoðaramentanin vera trygg og familjuvinarlig. Í ítróttarfelagshølunum skulu galdandi lógir og reglur haldast.
5. Ítróttin skal hava ein tálmandi hugburð í samstarvinum við feløg og virki, sum hava týðandi part av virkseminum knýtt at rúsdrekka. Allar deildir í sambandinum skulu fylgja landsins lógum um rúsdrekka. Lýsingar á leikvøllum, í hallum, felagshølum og á ítróttabúnum skulu fylgja somu reglum.
Tað er ikki loyvt ítróttafólki at nýta lýsingar frá virkjum ella feløgum, sum lýsa við rúsandi evnum, hóast hetta ikki er í stríð við galdandi lógir.
Sersambondini og deildarsambondini hava ábyrgd at kunna øll feløg um rúsevnapolitikkin.
6. ÍSF skal í altjóða samstarvi eisini arbeiða við at fremja henda rúsevnapolitikk.
Samtykt av stjórn ÍSF 14. mai 1999.

