Reglur fyri dómsnevndir innan ÍSF og viðgerð av kærum
1. grein.
Hvørt sersamband og deildarsamband innan ÍSF, ið hevur kappingarítrótt á skránni, hevur rætt at hava egnu dómsnevnd.
2. grein.
Dómsnevndin hevur tríggjar limir, ið verða valdir á aðalfundinum hjá sersambandi ella deildarsambandi. Teir sita tvey ár í senn, soleiðis at tveir verða valdir eitt ár og ein árið eftir. Fyri hvønn av nevndarlimunum verður valdur varalimur at sita sama tíðarskeið sum nevndarlimurin.
Nevndin skipar seg sjálv.
Rætt at skjóta upp nevndarlim hava feløgini, ið eru umboðað á aðalfundinum, og nevnd sersambandsins ella deildarsambandsins.
Um so er, at eingin ársfundur hevur verið, ella at ítróttagreinin ikki hevur sjálvstøðuga deild, velur starvsnevnd ÍSF dómsnevndina.
3. grein.
Ein hvør luttakari ella eitt hvørt felag, ið beinleiðis ella óbeinleiðis verður rakt av onkrum tilburði ella avgerð í sambandi við kapping ella annað innan virkið hjá sersambandinum ella deildarsambandinum, kann kæra tilburðin ella avgerðina.
4. grein.
Kæran verður skrivliga at senda saman við kr. 500,- til sersambandið ella deildarsambandið innan tvey samdøgur eftir, at avgerðin ella tilburðurin er komin til kunnleika hjá viðkomandi. Um so er, at eingin sjálvstøðug deild er, verður kæran at senda til starvsnevnd ÍSF.
Vinnur kæran sømdir, verða kr. 500,- afturgoldnar.
Sersamband og deildarsamband kunnu eisini av egnum ávum taka eina avgerð ella tilburð upp til viðgerðar, og skulu partarnir í málinum tá hava boð um hetta, áðrenn nøkur avgerð verður tikin.
5. grein.
Í sambandi við avgerð av kærum skal sersambandið/deildarsambandið, áðrenn hon ger úrskurð, skrivliga biðja um frágreiðing frá feløgum ella einstaklingum, sum kært er um. Henda frágreiðing, sum skal vera skrivlig, skal vera sersambandinum/deildarsambandinum í hendi í seinasta lagi fimm dagar eftir umbønina.
Sersambandið/deildarsambandið skal, tá biðið verður um slíka skrivliga frágreiðing, leggja við avrit av kæruskrivinum.
6. grein.
Sersambandið ella deildarsambandið skulu skjótast til ber, og í seinasta lagi eina viku aftaná, at alt neyðugt tilfar í málinum er útvega, gera úrskurð og gera partarnar kunnugar við hann í innskrivaðum brævi.
7. grein.
Úrskurður sersambandsins/deildarsambandsins kann av pørtunum kærast til dómsnevndina, og skal hetta verða gjørt í seinasta lagi sjey samdøgur eftir, at partarnir hava fingið kunnleika um úrskurðin.
8. grein.
Tá ið kæran er komin til dómsnevndina, skal hon, áðrenn kæran verður viðgjørd, avgera, um limur ella limir nevndarinnar eru luttøkuførir. Kemur nevndin til tað úrslit, at onkur av limum hennara ikki er luttøkuførur, taka varalimirnir sæti í nevndini, meðan málið verður viðgjørt.
Í sambandi við viðgerðina av kærum kann dómsnevndin biðja um skrivliga frágreiðing frá pørtunum, dómara ella øðrum. Eisini kann dómsnevndin um neyðugt biðja um sakkøna hjálp, t.d. frá metingarmonnum, lógfrøðingum e.ø.
Í seinasta lagi tvær vikur aftaná, at dómsnevndin hevur móttikið kæruna, skal hon gera úrskurð og kunna partarnar um hann í innskrivaðum brævi.
9. grein.
Sersambond, deildarsambond ella dómsnevndir kunnu gera úrskurð viðvíkjandi øllum virksemi og leiki innan sersambandið/deildarsambandið, íroknað tulking av lógum og samtyktum, frátikið tó:
1. at strika meistaraheiti
2. at broyta meting dómarans í kapping
3. dómarans góðkenning ella ikki góðkenning av kappingarvølli og umstøðum.
Fyri kappróður er tó galdandi fyri pkt. 2:
At broyta meting dómarans í kapping, tó kann dómsnevnd RSF’s taka støðu til døming um raðfylgju samb. videoupptøkum á málinum.
10. grein.
Avgerðir hjá dómsnevndini eru endaligar og kunnu ikki broytast av øðrum myndugleika enn Ítróttadómstóli ÍSF.
Avgerðir ið reka feløg ella einstaklingar úr ÍSF, kunnu tó leggjast fyri aðalfundin.
Kærufreistin til Ítróttadómstólin er samb. grein 7 í hesi reglugerð.
11. grein.
Dómsnevndin stílar fyri, at úrskurðurin í stuttum verður endurgivin og festur á blað til brúk fyri seinni líknandi mál.
12. grein.
Tá tað omanfyri nevnda verður samtykt, fara allar reglur, ið stríða ímóti frammanfyri standandi viðv. dómsnevndum og kærum annars, úr gildi.
Samtykt á aðalfundi 22. mai 1991.
Broytt á aðalfundi 30. mai 1998.

