Prenta síðuna Prenta síðuna

Gullmerki ÍSF’s við bjálka verður latið heiðurslimum ÍSF’s og form. tess. Stjórnin tekur avgerð um heiðurslimir eftir tilmæli frá starvsnevndini. 

Gullmerki ÍSF’s verður latið teimum, sum hava sitið í stjórn ÍSF’s í fimm ár.

Gullmerki ÍSF’s verður eisini latið føroyingum og útlendingum, sum hava gjørt munagott arbeiði føroyskari ítrótt til frama. Stjórnin tekur avgerð um hetta eftir tilmæli frá starvsnevndini. 

Silvurmerki ÍSF’s verður latið stjórnarlimum. Verður eisini latið nevndarlimum í sersambondum, sum hava sitið meir enn fimm ár. Starvsnevndin kann eisini lata øðrum, ið hon heldur tað hava uppiborið, silvurmerkið. 

Vanliga ÍSF-merkið verður uttan serligar treytir latið ítróttarfólki og øðrum. 

Skráseting av givnum heiðursmerkjum verður innført í serliga gerðabók.