Stjórn ÍSF stovnaði í 1999 eina heiðursviðurkenning, sum er ein krossur at bera á bringuni, líkur krossinum í ÍSF-merkinum.
Hendan viðurkenning kann latast núverandi og fyrrverandi ítróttaleiðarum.
Stjórnin samtykti at heiðra fimm fólk fyri starv teirra føroyskum ítrótti at frama.
| Nr. | Navn |
|---|---|
| 1 | Jógvan Arge, ítróttafrásøgumaður og fyrrverandi forseti ÍSF |
| 2 | Hans Holm, venjari og kappingarstjóri í hondbólti eitt mannaminni |
| 3 | Tórleif Sigurðsson, formaður í Fótbóltssambandi Føroya |
| 4 | Sverre Midjord, varaformaður og stjórnarlimur í ÍSF í ein mansaldur |
| 5 | Heðin Mortensen, forseti ÍSF 1980-2008 |

