- aug 25, 2011
- admin
- No comments yet
- 242 Views
634 dage ago
Hanus Samuelsen
Ítrótturin & eg
Heimasíðan hjá ÍSF setir kendum fólki spurningar um ítrótt og rørslu:
- Hvat gert tú fyri at halda teg í form?
- Ert tú limur í ítróttarfelag?
- Íðkaði tú ítrótt sum barn?
- Hvønn týdning hevur ítróttur og rørsla fyri teg og samfelagið?
Fari eg ikki út at renna, kenni eg meg ikki væl
Nógv hava sæð Hanus Samuelsen runnið í hugnaliga grannalagnum í Hoyvík
“Eg renni hvønn morgun tíðliga á leið ein tíma.”
“Nei.”
“Nei.”
“Fari eg ikki út at renna, kenni eg meg ikki væl. Hoyrdi Jógvan Róin, yvirlækna, halda fyrilestur á arbeiðsplássi mínum í Hoydølum fyrst í 80-árunum um týdnigin av at røra seg. Var hugtikin av fyrilestrinum. Sá yvirlæknan renna hvønn morgun her í grannalagnum. So fór eg eisini út ar renna og havi runnið javnan síðan.
Ivist ikki í, at tað er vinningur fyri samfelagið, at fólk sum heild – eisini vit gomlu – røra okkum sum mest.”






