Øll ítróttarfólk, sum taka heilivág, sum er á dopinglistanum, eiga at ogna sær eitt TUE-loyvi.

Tá ítróttarfólk taka heilivág, sum er á dopinglistanum, er neyðugt hjá teimum at hava eitt TUE-loyvi (Therapeutic Use Exeption). Hetta kann t.d. vera heilivágur fyri astma, allergi, sukursjúku, hjartatrupulleikar ella annað.

Í Føroyum verða tað tiknar dopingroyndir fleiri ferðir um árið. Royndirnar kunnu verða tiknar í fríðtíðini, undir venjing og í kappingum.

Vanliga er eitt TUE-loyvi galdandi i 3 ár, alt eftir hvønn heilivág talan er um. Tískil mugu ítróttarfólkini eisini minnast til at endurnýggja teirra TUE-loyvi.

Umsóknarblað um TUE-loyvi fæst við at venda sær til skrivstovuna hjá ÍSF á tlf.: 312606 ella 282331

Tit eru altið vælkomin at venda tykkum til skrivstovuna hjá ÍSF um nærri upplýsingar, og eisini fæst meiri at vita á www.antidoping.dk