Sambært temadegnum fyri sersambondini í november 2007 stóð førleikamenning ovast á ynskilistanum hjá sersambondunum.

Á stjórnarfundi 21. august samtykti stjórnin at seta pening av til grundleggjandi skeið fyri venjarum, hjálparfólkum og leiðarum hjá børnum og ungum í vetur.

Lagt verður til brots við fyrsta skeiðinum 19.-20. september í ÍSF-husinum. Skift verður millum teori og praksis, og arbeitt verður m.a. við hesum evnum:

Evni:
–       Ítróttarpædagogikkur
–       Ítróttarumhvørvi
–       Menning hjá børnum
–       Venjing
–       Trygd og ábyrgd
–       Etikkur og moralur

Skeiðið skiftir ímillum at vera teoretiskt og praktiskt, Leygardagin verður venjing í Badmintonhøllini.

Ongin próvtøka er, men kravt verður at uppmøtingin er 100%. Eftir lokið skeið fært tú eitt luttøkubræv.

Málbólkur: Venjarar, hjálparfólk og leiðarar hjá børnum og ungum. Øll sum hava áhuga í og ábyrgd av børnum og ungum, sum luttaka í ítrótti.

Skeiðið er ein partur av venjaraútbúgvingini hjá Danska Ítróttasambandinum.

Hvat fært tú burturúr:
–       Vitan um menningina hjá børnum, fysiskt, psykiskt og samfelagsligt
–       Tú blívur vitugur við evni sum námsfrøði, venjaratypir, málsetan og týdningin av ítróttarumhvørvi
–       Ítøkilig hugskot til spøl og venjing hjá børnum og ungum

Upptøkutreytir: Luttakari skal vera 15 ár ella eldri. Tó kunnu vit gera frávik frá regluni um upptøku, um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.

Luttøkugjald: Kostnaðurin fyri skeiði er 250 kr. Íroknað er frálærutilfar, matur og evt. gisting í FSF-húsinum.

Meiri fæst at vita frá ÍSF skrivstovuni tlf.: 312606 ella frá Anniku á telduposti ahl@isf.fo ella á tlf.: 282331.