NATA er samstarvsavtala millum ferðavinnuráðharrarnar í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Endamálið er at menna samstarv um felags áhugamál í ferðavinnu og at styrkja ferðamøguleikarnar og mentanarliga samskiftið millum hesi trý londini.
NATA letur tvey sløg av stuðli:
1. Ferðavinnumenning og marknaðarføring
2. Ferðastuðul
NATA er serliga áhugað í verkætlanum, ið leggja áherðslu á burðadygga ferðavinnu.
Nærri upplýsingar um stuðulsmøguleikarnar fáast við at lesa vegleiðingina, sum liggur á heimasíðuni nata.fo ella við at venda sær til NATA á nata@industry.fo. Søkt verður umvegis heimasíðuna.
Umsóknarfreistin er mikudagin 17. februar 2016. Umsøkjarar fáa svar 8. apríl 2016.