JS
Heimasíðan hjá ÍSF setir kendum og minni kendum fólki nakrar spurningar um ítrótt og rørslu:

Jógvan Skorðheim er borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

– Hvat gert tú fyri at halda teg í form?
Mær hevur altíð dámað væl at spælt flogbólt, og eg havi spælt í Meistaradeildini við Mjølnir í Klaksvík, umframt eitt ár við Fram í Havn.

Nú brúki eg flestu vaknu tímarnar til arbeiði, men við hvørt taki eg skógvarnar fram aftur og spæli dyst við næstbesta liðnum hjá Mjølnir. Annars plagar dótturin at vera røsk at biðja meg koma súkklutúr um vikuskiftini, so tá fara vit ofta ein góðan túr.

– Ert tú limur í ítróttarfelag?
Eg eri áhugaður í nærum øllum ítrotti, men flogbóltur og fótbóltur hava altíð verið ‘mínar’ ítrottargreinar. So eg eri limur í Mjølnir og KÍ.

– Íðkaði tú ítrótt sum barn?
Sum barn spældi eg fótbólt summarhálvuna og flogbólt vetrarhálvuna. Í fótbólti var eg málmaður, ímeðan eg var miðspælari í flogbólti.

– Hvønn týdning hevur ítróttur og rørsla fyri teg og samfelagið?
Sera stóran týdning. Ígjøgnum arbeiðið siti eg nógvar tímar hvønn dag, so tað hevur stóran týdning, at eg við hvørt komi út og røri meg eitt sindur – tað trúgvi eg er galdandi fyri tey flestu.

Samfelagsliga hevur tað risastóran týdning fyri trivnaðin, at borgarar hava umstøður at íðka ítrott, tað síggja vit í øllum førum í Klaksvíkar kommunu. Tí arbeiða vit eisini við at realisera rennibreytina, sum eisini fer at innibera ein eyka fótbóltsvøll. Harafturat hava vit seinnu árini raðfest svimjihøllina og ítrottardepilin í Klaksvík sera høgt, fyri at tryggja góðar karmar til ítrott og rørslu sum heild. Tað tykjast borgararnir hjá okkum at vera glaðir fyri, so tað hevur heilt sikkurt stóran týdning.