Jersey 2015 Logo Landscape MEDIUM
Um tvær vikur byrja oyggjaleikirnir, sum í ár eru á Jersey. Leikirnir verða frá 27. juni til 3. juli. Á Jersey fara føroyingar at kappast í 12 ítróttagreinum. Tær eru bogaskjóting, frælsur Ítróttur, badminton, kurvabóltur, súkkling – MBT og road, skjóting, borðtennis, tennis, golf, flogbóltur, strandarflogbóltur, triathlon og svimjing.

Merkisvert er, at Føroyar fyri fyrstu ferð eru við í kurvabólti. Eisini er vert at leggja til merkis, at Føroyar aftur fara at kappast í svimjing. Føroyska svimjilandsliðið var ikki við á Bermuda 2013.

Samlaða ferðalagið úr Føroyum fer at telja umleið 280 fólk. Tvey flogfør hjá Atlantsflogi flúgva beinleiðis til Jersey, og farið verður úr Føroyum 25. juni.

Fimtu ferð á rað er Tryggingarfelagið Føroya høvuðsstuðul hjá Føroyum á Oyggjaleikunum.