pep adalfund
Ítróttasambandi Føroya hevði aðalfund fríggjakvøldið.

Tak formansfrágreiðingina niður her (1,1 mb pdf)

Hetta var fyrsti ársaðalfundur, síðani bygnaðurin varð broyttur fyri einum ári síðani. Nýggi bygnaðurin sást aftur við tað, at tað í stóran mun vóru sersambondini heldur enn feløgini, sum luttóku á fundinum.

Í formansfrágreiðing síni greiddi forsetin, Petur Elias Petersen, frá teimum bygnaðarbroytingum, sum vórðu framdar í fjør, og hvussu tillagingar vórðu gjørdar í evstulóg og nevnd sum fylgju av broytingini.

Forsetin vísti eisini á týdningin av, at øll ítróttafólk í Føroyum verða skrásett í skásetingarskipanini hjá ÍSF, Aski. Forsetin fegnaðist eisini um førleikamennandi virksemi hjá ÍSF og um møguleikarnir, sum nýggja Human Performance Laboratory fer at geva føroyskum ítrótti.

ÍSF hevur arbeitt við at gera eina støðulýsing av ítróttaranleggum í Føroyum, og varð hon býtt út á fundinum. ÍSF sjálvt sóknast eisini eftir nýggjum hølum til ÍSF og sersambondini, og heitti forsetin tí á kommunalar og almennar myndugleikar at stuðla ítróttinum í hesum máli.

Forsetin greiddi frá viðurskiftunum millum Føroyar og Altjóða Olympisku Nevndina, IOC. Í tveimum umførum hava fundir verið við IOC hetta farna árið. ÍSF hevði fund við umsitingina í IOC í september í fjør, og Løgmaður hevði saman við ÍSF fund við forsetan í IOC í mai í ár. Partarnir eru samdir um at kanna, hvat hendi við viðgerðini av umsóknini hjá Føroyum, og at hyggja at, hvussu olympiska rørslan møguliga kann stimbra føroyskan ítrótt eisini. Forsetin greiddi eisini frá málinum um føroysku svimjararnar, sum at enda fingu møguleikan at svimja á fyrstu Evropeisku Leikunum, sum verða í Baku nú í juni.

Smávegis tillagingar vórðu gjørdar í evstulógini hjá ÍSF, fyri tað mesta fyri at gera lógina greiðari.

Einki nevndarval var á skránni í ár. Tó vórðu onkrar av føstu nevndunum mannaðar.

Ítróttasamband Føroya er meginfelagsskapur fyri eini 110 føroysk ítróttafelag og eru hesi skipaði í 16 sersambond.