Í gjárkvøldið, mikukvøldið 5 mars. 2014, hevði Ítróttasamband Føroya skeið fyri kassameistarum í ítróttafeløgunum í Vágum. Skeiðið var í skúlanum á Giljanesi. Uppmøtingin var góð, 6 av 11 feløgum í Vágum vóru umboðaði og haraftrat eitt felag úr Havn.

Tað er av sera stórum týdningi at tey fíggjarligu viðurskiftini í einum ítrðóttafelag eru í lagi. Feløgini kring landið hava spurt eftir einum slíkum skeiði.

Endamálið við skeiðinum er at geva kassameistarunum í ítróttafeløgunum vitan um bókhald, mannagongdir, skattlig viðurskifti, stuðulsskipanir og MVG. Haraftrat er møguleiki at kjakst og seta spurningar frá júst tínum felagslívið.

Undirvísari á skeiðnum er Finn Jensen, sum er útbúgvin revisor, undirvísir á handilsskúlanum og er aktivur í ítróttafelag.

Sama skeið verður aftur í Runavík, Tvøroyri, Klaksvík og Havn í nærmastu framtíð. Sí nær og  melda teg til her