Heilsan frá fyrrverandi ÍSF-forsetanum Heðini Mortensen

Eldhugaður undangongumaður í ítrótti, politikki og annars innan alt tað, hann hevur fingist við og havt áhuga fyri – og tað er ikki so lítið millum ár og dag. Soleiðis kann í stuttum gevast ein lýsing av føðingardagsbarninum, Sverre Midjord, sum 2. apríl fylti 80 ár.

Sverre er eitt av hesum fólkunum, ið gera vart við seg, har tey eru, og sum seta sær varandi spor, tí viljin er sterkur, sum drívur verkið. Alt hetta nógva verður gjørt so inniliga og sannførandi, at ofta hevur tú ivast í, hvussu tað ber til hjá einum menniskja at vera so tætt knýtt at áhugamálum og arbeiði, ið altíð hevur til endamáls, at fjøldin og – ikki minst – uppvaksandi ættarliðið kann njóta gott av tí.

Talan er ikki um at gera vart við seg sjálvan ella at laða sær sjálvum varðar, men alt hetta nógva er og hevur verið merkt av einum einastandandi samfelagssinni, ið so ómetaliga nógv menniskju kunnu njóta gott av. At Sverre er tvøramaður av heilum huga, hevur eingin nakrantíð havt orsøk til at ivast í, og hevur hann vart býin og staðið við hond og fót alla sína tíð, bæði í orð og í tal.

Í ítrótti og politikki hevur Sverre Midjord havt óteljandi álitisstørv, ið hava kravt ikki so lítið av honum. Men gjøgnumgangandi hevur verið ein ótroyttiligur arbeiðsinnsatsur, ið alla hansara lívsleið hevur borið við sær, at úrslit hava ligið eftir, og mál eru rokkin. Sjálvt, tá onnur hava hildið, at nú hevur verið siktað ov høgt, hevur tað hepnast honum at stýra og skipa so væl fyri, at øll hava ásannað, at kósin var tann rætta og úrslitið hareftir.

Bæði í lokalpolitikki og landspolitikki hevur Sverre verið ein av teimum, ið hava notið stóra virðing millum manna – bæði hjá samdum og ósamdum. Og sum ágrýtin samfelagskjakari hevur hann ikki verið bangin fyri at sett orð á mangt av tí, vanliga fólkið hugsaði, men kanska ikki hevði møguleika fyri at bera fram upp á sama máta sum hann. Í nógvar mátar má sigast, at Sverre í sínum politiska yrki veruliga hevur verið ein fólksins maður.

Ikki minni hevur hann lagt nógv og gott eftir seg í sínum yndisítrivi, ið øll árini hevur verið ítróttin. Sjálvur hevur hann roynt seg í bæði hondbólti og fótbólti, men serliga er tað innan borðtennis, at hann sum virkin íðkari hevur gjørt vart við seg. Hann eigur sín stóra lut í, at hesi ítróttagrein hevur verið lív lagað í Føroyum, tí hann var við til at legði lunnar undir føroyskt borðtennis, og taldist millum tey virknu við battinum langt upp í árini.

Drúgvur og trúgvur hevur Sverre Midjord eisini verið, tá talan hevur verið um at arbeitt fyri alla føroyska ítrótt, tí í meira enn 40 ár sat hann í stjórnini í Ítróttasambandi Føroya, har hann eisini í meiri enn 25 ár sat sum varaforseti. Fyri trúgva og drúgva virkið sítt innan ÍSF hevur Sverre fingið øll tey heiðsursmerki, Ítróttasambandið gevur.

Í starvstíð síni í Ítróttasambandi Føroya hevur Sverre upplivað og verið partur av nógvum broytingum, og menningin innan ítróttina hevur verið sera stór, men avbjóðingar tó ongantíð størri enn so, at Sverre var altíð klárur. Altíð hevur hann verið til reiðar at tikið eitt tak, har brúk hevur verið fyri tí, og á serliga fyriskipanaðarliga økinum hevur hann innan landsítrótt víst sínar dygdir.

Vit báðir hava samstarvað leingi og væl í felags tíð okkara í Ítróttasambandinum, men eisini hava vit havt nógv saman og nógv til felags á øðrum økjum. Vinsælur er Sverre sum fáur, og tí er tað mær av sonnum ein gleði at kunna bera honum hesa føðingardagsheilsan.

Góði Sverre, hjartaliga tillukku og takk fyri gott vinarlag og trúfesti. Alt tað besta frameftir.

Heðin Mortensen