Ítróttasamband Føroya ynskir sjálvandi, at kunna verða vertur fyri oyggjaleikirnar í nærmastu framtíð. Vónandi í 2019. Okkara fatan at tað vilja flestu føroyingar eisini.

Men tað krevur, at landspolitikararnir og tess politiska bakland stuðlar og er til reiðar at hjálpa okkum við at skapa fortreytirnar fyri hesum. Og vísa í verki við m.a., at seta pening av og at fáa bygt anleggini, ið mangla. Tí tað er ein sannroynd, at um anleggini ikki eru bygd, so koma vit ikki upp á tal, tá støða skal takast, hvar leikirnir skulu vera.

Hetta er ein sannroynd, og vit hava leingi kent treytirnar fyri at hýsa oyggjaleikum.

Ein avgerðandi treyt fyri at bjóða okkum fram er, at ávís ítróttaranlegg verða gjørd. Fyrst og fremst til golf, tennis, bogaskjóting og byrsuskjóting.

Kommunurnar eru longu farnar í gongd við at gera kanningar og seta pening av.

Vit vóna, at eisini landið vil vera við í strembanini eftir at útvega neyðugu ítróttaranleggini, soleiðis at vit kunnu bjóða okkum fram at hýsa oyggjaleikum og øðrum ítróttartiltøkum her heima eisini.

Somuleiðis skal ein loysn finnast á, hvussu vit kunnu hýsa øllum teimum 2.500 til 3.500 ítróttafólkum, leiðarum, fjepparum og tíðindafólkum, sum koma til slíkar leikir.

Oyggjaleikirnir eru nú vorðnir so mikið stórir, at tøk mugu takast í felag, um Føroyar skulu vera førar fyri at bjóða seg fram sum vertur fyri leikirnar, eins og vit gjørdu í 1989, ið var fyrsta og higartil einasta ferðin, vit hava havt leikirnar.

Tá hugsað verður um, at vit vóru tann mest vinnandi tjóðin á leikunum í Álandi í 2009, og á leikunum í fjør á Isle of Wight stóðu okkum sera væl, er tað heldur ússaligt, at vit ikki kunnu bjóða okkum fram at fáa leikirnar hendanvegin.