ÍSF hevur heitt á politisku flokkarnar um at koma við sínum ítróttapolitiska
íkasti

Politisku flokkarnir hava í dag fingið áheitan frá ÍSF-húsinum um at greiða
frá hvørjar hugsjónir teir hava í samband við ítrótt í Føroyum. Svarini
kunnu síggjast her á www.isf.fo so hvørt, sum tey koma inn.

– Okkara vón er, at flokkarnir vilja greiða frá teir leggja í tað arbeiði,
ið verður gjørt í ítróttafeløgunum, og hvørjar framtíðarætlanir teir hava
við ítróttinum. Kanska teir harvið kunnu hjálpa veljarum við áhuga fyri
ítrótti at gera av, hvar krossurin skal setast 29. oktober, sigur Petur
Elias Petersen, ÍSF-forseti.

Áheitanin til flokkarnar er soljóðandi:

Ítróttarrørslan er størsta sjálvbodna rørslan í Føroyum. Sum aktiv
ítróttafólk, venjarar og leiðarar, ella sum foreldur eru vit øll við í tí
ítrótti, sum dagliga verður gjørdur innan- og uttandura.

Nú Løgtingsval er útskrivað, vil Ítróttasamband Føroya fegið geva politisku
flokkunum høvi at greiða føroya fólki frá, hvørjar hugsjónir teir hava í
samband við ítrótt í Føroyum.

Ítróttasamband Føroya bjóðar tí politsku flokkunum at greiða frá sínum
ítróttapolitisku ætlanum á heimasíðuni hjá Ítróttasamband Føroya.

Flokkarnir kunnu sjálvur skipað síni innlegg, men tað hevði i øllum førum
verið áhugavert at hoyrt teirra meiningar um hesi viðurskifti:

-Yvirskipaði týdningurin av ítrótti fyri føroyska samfelagið og einstaka
borgaran
-Hvønn týdning hevur úrvalsítrótturin, og hvussu vilja tit stuðla honum?
-Hvønn týdning hevur breiddarítróttur, og hvussu vilja tit stuðla honum?
-Hvønn týdning hevur ítrótturin í umboðan og marknaðarføring av Føroyum úti
í heimi, og hvussu vilja tit stuðla hesum virksemi?
-Hvønn týdning hevur tað at vit skipa fyri altjóða ítróttartiltøkum í
Føroyum?
-Hvørji ítróttarverkløg vilja tit byggja?
-Hvussu vilja tit lætta um fíggjarligu korini hjá sersambondunum og hjá
einstøku feløgunum?

Flokkarnir verða bidnir um at senda sínar greinar til isf@isf.fo, og verða
tær lagdar út á heimasíðuna í teirri røð, sum tær eru komnar inn.

ÍSF-húsið, 29. sept. 2011

Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti