Ítróttasamband Føroya tekur áheitanina frá landstýrismanninum í heilsumálum og tilnevningina av Kostárinum í ár í størsta álvara.

Síðani árið varð tilnevnt KOSTÀR, hava vit arbeitt við eini verlætlan, og nú er nærum komið á mál við verkætlanini, ið kallast LEIKMETI.

Føroysk børn og ung eta ov lítið av frukt og grønmeti og tey eta ov nógv sukur. Umleið 2/3 av fólkaskúlanæmingunum eru limur í einum ítróttafelag og flestu teirra luttaka eisini í kappingum.

Ítróttasamband Føroya hevur gjørt eina avtalu við Føroya Keypssamtøku um at ítróttafeløg kunna keypa frukt og grønmeti við avsláttri.

Leikmeti er skorin frukt og grønmeti, koyrt í bikør. Leikmeti  er ein heilsugóður millummáli, tá ið ein er virkin.

Tá feløgini undir Ítróttasambandi Føroya skipa fyri kappingum, legum osfr. kunnu  tey  bíleggja og keypa kassar av frukt, grønmeti og bikør, sum síðani vera seld.

Ítróttasamband Føroya ynskir okkara børnum og ungum heilsugóðar vanar, sum kunna stimbra teirra ítróttahuga og ítróttaavrik.

9. mai verður verkætlanin sett í verk og tá verður møguleiki fyri at kunna seg nærri á heimasíðunum isf.fo  og fk.fo .  Tíðindaskriv og brøv til øll ítróttafeløgini, verður eisini sent út tá.

Fyrstu fáa ítróttafeløgini ókeypis amboðskassa, við øllum tí í, sum skal brúkast til at fyrireika leikmeti. Faldari og plakatir eru eisini gjørd, og verður alt tilfarið lagt fram 9. mai í ár.

Ìtróttasamband Føroya vónar, at øll ítróttafeløgini vilja gera brúk av hesum tilboði, og vilja vera við í verkætlanini LEIKMETI.

_________________________________________________________________________________________________________________________________

Tit eru altíð vælkomin at venda tykkum til okkara um tit ynska fleiri upplýsingar:

ítróttaráðgeva, Anniku H. Lindenskov tlf. 282331, ella Petur Elias Petersen, ÍSF-forseta tlf. 210299

Vónandi vilja fjølmiðlarnir eisini taka hetta upp og seta fokus á LEIKMETI í tíðini frá 9. mai og frameftir.

Við ítróttakvøðu

Ìtróttasamband Føroya