Gott at vita, at okkara arbeiði verður virðismett

Komið er nú fram móti ársenda 2010, og eitt gott høvi hjá mær at taka samanum, og líta aftur um bak fyri at gera upp, hvussu hetta fyrsta ár mítt sum ÍSF-forseti hevur hilnast og eisini hyggja eitt sindur frameftir móti avbjóðingunum, sum standa fyri framman.

Eg skal viðganga, at henda seinasta tíðin á árinum hevur verið nógv merkt av politikki og ætlanini at skerja løgtingsstuðulin til føroyska ítrótt munandi.
Tað er tí við nøgdsemi og ávísum takksemi, at eg í dag kann staðfesta, at fíggjarlógin varð samtykt beint fyri jól við eini skerjing upp á “einans” 200.000 krónur.
Hóast almenni stuðulin til føroyska ítrótt so at siga hevur staðið í stað og minkað hesi nógvu seinastu árini, so vóru ætlanir um at skerja stuðulin í 2011 við hálvari millión krónum. Men í seinastu løtu vóru tað nakrir løgtingslimir, sum dugdu at síggja virðið í tí, sum ítróttafeløgini gera, og avmarkaðu hesa skerjing við 300.000 krónum.

Á sama tingfundi, kundi eg eisini konstatera, at ætlaða lógin um mvg-afturbering til ítróttafeløgini langt um leingi er búgvin at leggja fyri ting. Tað er nú rúm tíð gingin, síðan tað varð lovað okkum at fáa eina slíka skipan, afturfyri at skipanin við almennum stuðli til bygging av ítróttahúsum og ítróttaanleggum varð tikin av.

Nú siga vit farvæl til tvey væleydnað rørsluár, har ÍSF hevur havt sín aktiva leiklut. Serliga fegin eru vit um tiltakið “Heystrøringur”, har fleiri av limafeløgunum tóku áheitan okkara til sín, og skipaðu fyri spennandi aktivitetum fyri børnunum í heystfrítíðini.
Hóast vit ikki longur hava rørsluár, er tað eisini í árunum, sum koma av stórum týdningi, at vit øll fáa rørt okkum so nógv sum gjørligt. Tí skal tað eisini framyvir vera ein uppgáva hjá ÍSF at taka lut í og skipa fyri tiltøkum, sum fáa sum flest út at røra seg og íðka ítrótt.
Tað eru jú nógvir føroyingir, sum íðka ítrótt og røra seg uttan at vera limur í einum av feløgunum undir Ítróttasambandinum. Men vit eiga sum ovasti myndugleiki í ítróttaheiminum eisini at gera okkum til talsfólk fyri hesi fólk og stuðla og eggja øllum at røra seg meira, so at heilsustøðan her á landi kann hækkast.

Komandi ár – 2011 – er av Heilsumálaráðnum skýrt at vera kostár. Vit í ÍSF eru longu komin langt ávegis í okkara fyrireikingum. Tað var beinanvegin greitt fyri okkum, at vit eisini í kostárinum vildu hava ein viðvirkandi leiklut.
Okkara ungdóms- og ítróttaráðgevi er – sum tit hava kunnað lisið á heimasíðu okkara – væl á veg at leggja til rættis eitt tilboð til øll ítróttafeløg undir ÍSF, so tey á lættari hátt fáa møguleika at borðreiða við heilsugóðum góðbitum fyri ítróttafólki á stevnum og tiltøkum.

2011 er ikki bara kostár. Tað er eisini oyggjaleikaár. Í summar fara leikirnir fram á Isle of Wight í Ermasundi, beint út fyri ensku suðurstrondini. Vit eru fleiri, sum við stórum vónum síggja fram til hesa ítróttastevnu, sum er so týðandi fyri føroysk ítróttafólk – ein góður møguleiki hjá okkara djørvu íðkarum at royna síni brøgd í kapping við aðrar tjóðir á jøvnum føti.

Til oyggjaleikirnar í Álandi í 2009 komu vit heimaftur sum tann mest vinnandi tjóðin av øllum. Hetta var eitt satt bragd. Um tað kann endurtakast á Isle of Wight er eingin sjálvfylgja. Tað veldst millum annað um, hvussu høgt oyggjaleikirnir kunnu raðfestast í teimum einstøku sersambondunum, tí peningur er neyðugur, um fyritreytir og fyrireikingar kunnu verða optimalar.

Vit hava ítróttagreinar, ið eru komnar rættiliga nógv longri enn at síggja oyggjaleikir sum tann størsta ítróttahendingin á árinum. Her hugsi eg einamest um svimjingina, har vit eiga eitt ítróttafólk í heimsflokki.
ÍSF roynir við serstøku játtanini til úrvalsítróttafólk at geva Páli Joensen so góðar umstøður sum gjørligt, so at fyrireikingarnar til stórar kappingar, so sum norðurlendskar, evropeiskar og heimsmeistarakappingar verða so góðar sum gjørligt.

Men ein partur av játtanini fer eisini til at stimbra onnur evnarík føroysk ítróttafólk við at bjóða teimum skeið av ymsum slag og eitt umhvørvi, har tey verða eggjað til at geva tað, sum skal til, so at tey hava møguleika at koma eins langt, og Pál Joensen longu er komin.

Ein av heilt stóru avbjóðingunum, sum standa fyri framman hjá Páli Joensen, hjá føroyskari svimjing og føroyskum ítrótti, eru olympisku leikirnir í London í 2012.
Tíverri er tað ikki enn eydnast at útvega ÍSF og Føroyum sjálvstøðugan limaskap í altjóða olympisku nevndini, og tí er ikki møguleiki hjá føroyskum ítróttafólkum at luttaka sum føroyingur í hesi størstu ítróttakappingini sum er til.
ÍSF hevur nú gjørt eina samstarvsavtalu við donsku olympisku nevndina um, at Pál kann gerast ein partur av danska svimjiliðnum, sum fer til London, um hann annars megnar kravtíðirnar. Hóast hetta ikki er optimalt fyri Pál, so hava vit kortini tryggjað okkum, at Pál kann umboða føroyska Merkið í London, og tað er tað týdningarmesta, tá umstøðurnar nú eru so, sum tær eru.
Og olympiskir leikir eru sum kunnugt bara fjórða hvørt ár. Nógv kann henda í einum olympiskum tíðarskeiði, so vónandi eru umstøðurnar og fyritreytirnar nakrar aðrar í 2016, tá leikirnir vera í Rio de Janeiro.

Eins og tað er galdandi fyri olympiskar leikir, so tekur tað eisini fleiri ár at fyrireika seg til oyggjaleikir, hóast hesir eru smáir í mun til teir olympisku. Men oyggjaleikirnir eru vorðnir somikið umfatandi eftirhondini, at Føroyar ikki eru førar fyri at bjóða seg fram sum vertur fyri leikirnar.
Tá hugsað verður um, at vit vóru tann mest vinnandi tjóðin á leikunum í Álandi í 2009, so er tað eitt sindur snópisligt, at vit føroyingar ikki kunnu vera við at bjóða okkum fram sum vertir.
Men tað er ein sannroynd, og vit hava leingi kent treytirnar fyri at hýsa oyggjaleikunum. Vegna Ítróttasamband Føroya má seg siga, at okkara størsta ynski er at kunna verða vertur fyri oyggjaleikirnar í nærmastu framtíð. Men tað krevur, at politiska landslagið eisini er við upp á tað, og er til reiðar at hjálpa okkum við at skapa fortreytirnar fyri hesum.
Tað, ið skal til er, at nøkur ávís ítróttaanlegg afturat verða fingin til vega – her hugsi eg serliga um betri umstøður til ítróttirnar golf, tennis og skjóting. Og so skal ein loysn finnast á, hvussu vit hýsa øllum teimum millum 2.500 og 3.500 ítróttafólkunum, leiðarunum, fjepparunum og tíðindafólkunum, sum koma til slíkar leikir.

Mín vón er, at eitt nú nývalda ferðavinnuráðið fær eyguni upp fyri týdninginum, sum ítróttin hevur fyri hesa so týðandi vinnu fyri okkara land. Um vit fingu oyggjaleikir her heim, kundi tað givið ferðavinnuni eitt tiltrongt skump fram á leið, og hartil eru nógvir møguleikar at menna ferðavinnuna í tøttum samstarvi við føroyskt ítróttalív.

Okkara ítróttafólk eru jú fyrimyndarligir ambassadørar fyri Føroyar, tá vit eru úti og umboða landið. Tað er almenn vitan, hvussu nógva umrøðu eitt nú fótbóltslandsliðið hevur givið Føroyum, og sama er galdandi fyri onnur lið.

Ein miðvís útbygging av føroyskum ítróttaanleggum kundi eisini verið eitt gott og lønandi íkast til føroyska ferðavinnu, og her hugsi eg kanska serliga um golfbreytir og fleiri møguleikar fyri bóltspæli innandura.

Vit eiga alla tíðina at stremba eftir at betra um viðurskiftini hjá okkara ítróttafólki. Tí fegnist eg eisini um, at rættilig gongd nú er komin aftur á arbeiðið við at útbúgva venjarar og leiðarar. Fyrsta stigið fevnir um skeiðini “Ítrótt fyri børn og ung” og “Ítrótt, venjing og skaðar”, og fyribils er ætlanin at halda áfram við at skipa fyri slíkum skeiðum.

Venjaraútbúgvingin er ætlað teimum, sum ynskja at førleikamenna seg sum  venjari. Hetta kunnu vera íðkandi, virkandi venjarar, hjálparfólk ella foreldur, ið vilja økja um venjarakunnleikarnar.

Málið hjá ÍSF við at bjóða felags ítróttaástøðiliga útbúgving er, at sersambondini við hesum hava møguleika at bjóða limunum á skeið. Málið er somuleiðis at lætta um hjá sersambondunum, soleiðis at tey kunnu nýta sína orku til at skipa fyri skeiðum um teknikk og annað, sum er serligt fyri teirra ítróttagrein.

Í størri høpi er málsetningurin at útbúgva venjarar og harvið at tryggja dygdina á tilboðunum, sum sersambondini bjóða teirra íðkarum. Í framtíðini er ynskiligt við fleiri góðum og hugkveikjandi venjarum.

ÍSF hevur eisini ætlanir um at skipa fyri skeiðum fyri leiðarar, ið standa á odda fyri feløgunum. Her verður hugsað um, hvussu feløg verða skipað og rikin, um uppsetan av roknskapi, og hvat lóggávan sigur um mvg, skatt, ferðaendurgjald og slíkt. Mín vón er, at hesi skeið eisini kunnu byrja í komandi árinum.

At enda fari eg vegna Ítróttasamband Føroya at bera eina heilsan til øll tykkum, ið stuðla og verja um føroyska ítrótt. Fyrst og fremst íðkararar, venjarar og leiðarar – men eisini til øll tykkum onnur, sum sjálvboðin gera tað møguligt at reka ítróttafeløgini.

Eg vil eisini bera eina heilsan til myndugleikarnar, sum eru við til at stuðla ítróttini. Uttan tann stuðul, bæði peningaligan og moralskan, sum ítróttafeløg, einstaklingar og lið fáa frá lands- og kommunalum myndugleikum, hevði verið fátæksligt í Føroyum.

Tað liggur mær eisini á hjarta at takka øllum teimum vinnufyritøkunum, ið veita føroyskari ítrótt, feløgum og einstaklingum, dyggan og alneyðugan stuðul.

GOTT NÝGGJÁR ØLL SOMUL!

Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti