Avtalan inniber, at 10’arin fær rætt at senda upptøkur frá ítróttatiltøkum, herundir kappingum, sum verða fyriskipaðar av ÍSF ella sersambandi undir ÍSF.

Eftir nærri avtalum við fyriskipandi sersamband kann 10’arin eisini senda  beinleiðis frá finalum ella øðrum tiltøkum.

10’arin  og ÍSF ynskja, at so nógv sum gjørligt verður gjørt burturúr ítróttinum. M.a. at tað verður sent eitt breitt úrval av ítrótti á rásini, íroknað frá ungdómsítrótti og lægri deildum.

Petur Elias Petersen, forseti  í  ÍSF,, heilsar avtaluni vælkomnari og fegnast um at eisini 10’arin ynskir at geva rúmd fyri ítróttini á teirra sendineti.

Við hesi avtalu eru nú tvinnar avtalur við sjónvarpsrásir, nevniliga Sjónvarpið hjá Kringvarpinum og nú eisini við 10’arin.

Frammanundan eru tvinnar avtalur um at senda frá ítrótti í útvarpi, við ávikavist Rás 2 hjá Miðlahúsinum og við Útvarpinum hjá Kringvarpinum.

Jan P. Jacobsen, stjóri í 10’aranum fegnast um, at ÍSF og sersambondini undir ÍSF hava valt at gera eina avtalu við 10’arin, so eisini ítróttur kann síggjast á hesi nýggju rásini, sum sæst av á leið 80% av fólkinum, í løtuni.

Jan sigur víðari, at miðað verður eftir at byrja skjótast gjørligt at senda, og at ætlanir eru at úbyggja sendinetið alla tíðina, so at allir føroyingar, ið hava televarpsmóttakara, hava møguleikan at síggja rásina.