felmy

Um vikuskiftið var skeið fyri venjarum hjá børnum og ungum hildið í Tofta Skúla.

Aftur hesaferð var tað Ulrik Balle sum undirvísti, og venjarar í fimleiki, flogbólti, fótbólti, kappróðri, svimjing og ítrótti fyri breka luttóku á skeiðnum. Skeiðið gekk væl, og luttakararnir vóru væl nøgdir við tað sum tey høvdu fingið burturúr.

Komandi vikuskifti verður sama skeið hildið í Klaksvík. Vit í ÍSF gleða okkum og vóna at undirtøkan verður líka góð. Til ber at tekna seg til skeiðið við at venda sær til skrivstovuna hjá ÍSF á tlf 312606 ella á ahl@isf.fo

[nggallery id=22]