+298 312606 - isf@isf.fo

4 pláss eru eftir

 

 

Skeið fyri venjarum hjá børnum og ungum
-Ítróttur fyri børn og ung

Tað eru komin 4 avboð til venjaraskeiðið, site sum verður í kvøld kl. 18-21 og í morgin leygardagin frá 9-17.

Tískil vera plássini boðin út til tey sum hava áhuga. Tit eru vælkomin at tilmelda tykkum við at ringja á tlf.: 282331

 

Skeiðið verður 19 og 20 september 2008 í ÍSF-húsinum. Fríggjakvøldið 19/9 frá kl. 18.00 til 21.00 og leygardagin 20/9 frá kl. 9.00 til 17.00.

Evni:

       ítróttarpædagogikkur

       Ítróttarumhvørvi

       Menning hjá børnum

       Venjing

       Trygd og ábyrgd

       Etikkur og moralur

 

Skeiðið skiftir ímillum at vera teoretiskt og praktiskt, capsule Leygardagin verður venjing í Badmintonhøllini.

Ongin próvtøka er, generic men kravt verður at uppmøtingin er 100%. Eftir lokið skeið fært tú eitt luttøkubræv.

Málbólkur: Venjarar, hjálparfólk og leiðarar hjá børnum og ungum. Øll sum hava áhuga í og ábyrgd av børnum og ungum, sum luttaka í ítrótti.

Skeiðið er ein partur av venjaraútbúgvingini hjá Danska Ítróttasambandinum.

Hvat fært tú burturúr:

       Vitan um menningina hjá børnum, fysiskt, psykiskt og samfelagsligt

       Tú blívur vitugur við evni sum námsfrøði, venjaratypir, málsetan og týdningin av ítróttarumhvørvi

       Ítøkilig hugskot til spøl og venjing hjá børnum og ungum

 

Upptøkutreytir: Luttakari skal vera 15 ár ella eldri. Tó kunnu vit gera frávik frá regluni um upptøku, um serstøk viðurskifti tala fyri hesum.

Luttøkugjald: Kostnaðurin fyri skeiði er 250 kr. Íroknað er frálærutilfar, matur og evt. gisting í FSF-húsinum.

Meiri fæst at vita frá ÍSF skrivstovuni tlf.: 312606 ella frá Anniku á telduposti ahl@isf.fo ella á tlf.: 282331.

Efterlad et svar

Tiltøk

Skrivstovan

Skrivstovan er opin:
mán.-frí kl. 9-15

tel. +298 312606
teldupostur: isf@isf.fo

Høllin

Bílegging av høllini

Send teldupost til isf@isf.fo fyri at bíleggja høllina, og tú fært eina váttan fyri tína bílegging.