Til ítróttafeløg, sersambond og stjórnarlimir

Vísandi til Stjórnarskipan Ítróttasambands Føroya verður við hesum boðað til
ársaðalfundar á Hotel Hafnia fríggjadagin 13. juni kl. 18.30.

Fundarskrá:

a.     Forseti ÍSF setur fundin og skipar fyri at velja fundarstjóra.
b.     Forsetin greiður frá virksemi ÍSF í farna árinum.
c.     Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap fyri ÍSF fyri farna árið.
d.     Umrøða og fyrispurningar um virksemið hjá stjórn og starvsnevnd ÍSF.
e.     Viðgerð av uppskotum og málum, sum eru løgd fyri aðalfundin eftir mannagongdini í grein 8.
f.      Viðgerð av møguligum uppskoti frá stjórnini um ásetan av ársgjaldi.
g.     Val av starvsnevnd og møguligum øðrum størvum ella umboðum.
h.     Val av grannskoðara, ið skal vera ríkisviðurkendur.
i.      Ymiskt

Viðv. pkt. e
Uppskot um lógarbroytingarí evstulóg hjá ÍSF. Sí hjáløgda uppskot og kunningarskriv. 

Viðv. pkt. g
Sambært grein 13 í lóg fyri Ítróttasamband Føroya standa fyri vali til starvsnevndina fyri eitt tvey ára skeið forseti.
Vísandi til grein 8 í lóg ÍSF skal verða sagt frá, at uppskot er komið rættstundis til starvsnevndina um at velja Petur Elias Petersen til forseta.

Hjálagt er oyðilblað til dagføring av nevnd og fultrúaváttan sum formaðurin verður biðin um at undirskriva um so er at formaðurin ikki kemur til aðalfundin.

Eftir fundin verður okkurt til matna fyri fundarluttakarunum

Við ítróttakvøðu

Ítróttasamband Føroya

Starvsnevndin

Petur Elias Petersen, forseti